Event (FO): Skeið um nýggju reglurnar um viðger av persónsupplýsingum og GDPR í føroyskum høpi (18. januar)

Fá vitan og praktisk amboð um persónsdatavernd og GDPR

SKEIÐSHALDARI: Henning Mortensen, formaður fyri “Rådet for Digital Sikkerhed” og serfrøðingur innan GDPR og datatrygd.

STAÐ: Hotel Hafnia

DATO: 18. januar 2019

SKEIÐIÐ BYRJAR: Kl. 09.00 – 17.00

KOSTNAÐUR: 3.995,00 kr.

Føroyingar og nýggju ES-fyriskipanin um persónsdatavernd

Nýggja ES-fyriskipanin (GDPR) um persónsdatavernd, hevur verið í gildi í umleið ½ ár og longu hava fleiri fyritøkur fingið risa stórar bøtur fyri ikki at halda ásetingarnar í lógini. Í hesum sambandi skulu føroyingar eisini verða á varðhaldi, tí fyriskipanin er nevniliga eisini galdandi fyri føroyskar persónar, fyritøkur og stovnar í tann mun hesi samstarva við ella bjóða út vørur og tænastur i ES og í hesum sambandi viðgera av persónsupplýsingar.

Dátueftirlitið heitir á øll, sum møguliga eru fevnd av fyriskipanini, um at seta seg væl inn í fyriskipanina og um neyðugt at leita sær ráðgeving frá serfrøðingum innan økið, áðrenn viðgerðin av hesum persónsupplýsingum heldur fram.

Økir sum verða gjøgnumgingin á skeiðinum

  • Nýggju ásetingarnar verða gjøgnumgingnar.
  • Hvat kann nýggja tøknin í dag og hvørjir eru vandarnir, sum standast av nýggju digitalu tíðunum.
  • Rættarligt grundarlag fyri viðgerð av persónsupplýsingum, skrásett rættindi og skyldir sum eru álagdar teimum, sum viðgera persónsupplýsingar.
  • Á skeiðinum fær tú amboð, at koma ígongd, sum eru ment av royndum fyritøkum.

Endamál

Á skeiðinum fært tú amboð og hegni soleiðis, at tú eftir skeiðið hevur nakrar ítøkiligar loysnir at halda teg til. Endamálið er, at luttakararnir fara av skeiðinum við einum ítøkiligum grundarlagi, at implementera og arbeiðari víðari við GDPR.

Málbólkur

Skeiðið vendir sær til leiðslur á fyritøkum og stovnum. Skeiðið vendir sær til starvsfólk, sum arbeiða við KT-trygd, GDPR-verkætlanum og persónsupplýsingum, starvsfólk innan fíggjarstýring og it-tøkni. Skeiðið er eisini gevandi fyri løgfrøðingar og advokatar.

Eftirútbúgving

Skeiðið er góðtikið sum obligatorisk eftirútbúgving hjá advokatum og grannskoðarum.

Undirvísarar

Henning Mortensen hevur hollar royndir innan ráðgeving og menning av amboðum viðvíkjandi data trygd og persónsvernd. I dag er Henning it-trygdarleiðari og Chief Privacy Officer hjá børs skrásettu fyritøkuni A&O Johansen A/S. Hann er formaður í “Rådet for Digital Sikkerhed” og limur í “Virksomhedsrådet for IT-sikkerhed”. Eisini er Henning partnari í føroysku/donsku fyritøkuni “Wired Relations – easy GDPR software” og undirvísir á ITU, Bech-Bruun, JUC og IT universitetinum. Harafturat er hann limur í “ráðnum fyri danska dátueftirlitið. Hann hevur fingið “Databeskyttelsesprisen 2018” fyri áralanga arbeiði sítt at umseta datatrygd til praktisk og brúkbar amboð til myndugleikar og fyritøkur.

Kári Davidsen er útbúgvin løgfrøðingur og advokat. Hann hevur drúgvar royndir sum advokatur innan fíggjargeiran, har hann hevur starvast hjá Finansiel Stabilitet í Keypmannahavn og seinast hjá Betri-samtakinum. Í 2018 stovnaði hann egna ráðgevingarfyritøku, sum burturav ráðgevur føroyskum fyritøkum um persónsdata og GDPR. Kári hevur tvær altjóða certificeringar innan persónsdata, sum eru CIPP/E og CIPM.

TEKNING til skeiðið hjá Kitty May á kittymay@altfyrieitt.fo ella á telefon 500500.

Om Henning Mortensen

Om Henning Mortensen

Henning har igennem mere end 15 år rådgivet og udgivet en række vejledninger og værktøjer til danske virksomheder om it-sikkerhed og persondataret i sin rolle som chefkonsulent i Dansk Industri. I dag er Henning IT-sikkerhedschef og Chief Privacy Officer ved Brødrene A&O Johansen A/S og sidder derfor på daglig basis og arbejder med forordningen i praksis. Henning er desuden formand for Rådet for Digital Sikkerhed, medlem af Virksomhedsrådet for IT-sikkerhed, Privacy Evangelist for Wired Relations - easy GDPR software og en hyppigt anvendt underviser og foredragsholder. Henning Mortensen blev tildelt Databeskyttelsesprisen 2018 for sit lange seje træk med at omsætte databeskyttelse til konkret vejledning og gode råd, som er anvendelige for både myndigheder og store og små virksomheder.

Følg Henning Mortensen på Linkedin