Skulu vit eisini hjálpa tykkum við GDPR?

Skulu vit eisini hjálpa tykkum við GDPR?

Tað er trupult at liva upp til GDPR, persónsdata- og nýggju dátuverndarlógina. Tí er umráðandi at koma í gongd á rættan hátt, uttan at tykkara virksemið verður lagt lamið.

Hundratals fyritøkur nýta Wired Relations til at sjálvvirkja dátuverndararbeiði.

Tríggjar orsøkir til at velja Wired Relations

1. Vit gera tað lætt hjá tær at viðlíkahalda trygdina av tykkara persónsdátum

2. Skipanin samsvarar við løgfrøðiligu meginreglum, sum myndugleikar hava sett ísv. galdandi GDPR krøv

3. Vivino, BIG, Atlantic Airways og fleiri onnur hava valt okkara loysn

Hesi brúka Wired Relations til dátuverndararbeiði.

Sí innslag frá Degi & Viku hvar Henning Mortensen frá Wired Relations greiðir frá um GDPR og persónsdátutrygd

Hoyr frá einum av okkara kundum

Vit eru sera glað fyri Wired Relations. Vit hava flutt okkum nógv innan GDPR, og skipanin hevur verið sera góð til at kortleggja allar mannagongdir innan persónsdátur. Tað gevur einum eitt gott høvi til at hugsa um, hvørjar persónsupplýsingar, ið eru í fyritøkuni, og hvat tær vera nýttar til.

Vit vóru ikki farin í gongd við GDPR áðrenn Wired Relations kom inn í myndina. Vit settu okkum í samband við Wired Relations, tí at vit sóu, at arbeiðið við GDPR var sera umfatandi. Vit hava fingið sera góða hjálp ígjøgnum alla tilgongdina og vilja viðmæla øðrum fyritøkum at nýta Wired Relations.

Anna Maria Ellingsgaard

HR-leiðari, Poul Hansen

Um Wired Relations

Wired Relations er ein donsk/føroysk fyritøka, sum bleiv sett á stovn í 2017, við tí fyri eyga at hjálpa tær og tíni fyritøku at halda altjóða reglugerðir um persónsdátuvernd.

Hundratals størri og smærri fyritøkur (av hesum nógvar føroyskar) brúka Wired Relations til at viðlíkahalda og skapa yvirlit yvir persónsdátur, hvar m.a. GDPR, CCPA og aðrar líknandi lógir eru innroknaðar í skipanini. 

Við Wired Relations fært tú ein fullfíggjaðan bygnað til títt arbeiði við persónsdátum – tískil sparir tú eina rúgvu av tíð og orku við okkara skipan. 

Les meira um Wired Relations her…

 

Spurningar? Tosa við Joan Sørensen, Pál Joensen, Teitur Poulsen ella Gilla Haraldsen á tlf. 50 90 06

 

Tak eitt prát við okkum